Lagið er gott í føroyingafelagnum, Fremad Amager í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Bert trý umfør eru eftir av kappingini, og Fremad Amager er seks stig røttu megin uppflytingarstrikuna í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Heini Vatnsdal var á defensiva miðvøllinum og Finnur Justinussen var í álopinum frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager vann ein sera týðandi 2-0 sigur á Brønshøj á Sundby leikvøllinum á Amager.
Beint undan steðginum fekk Finnur Justinussen Fremad Amager á sigurskós við einum góðum skoti, og Olcay Senuglo staðfesti sigurin hjá Fremad Amager við einum góðum frísparksmáli, tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Lokali miðilin hjá Fremad Amager samanber Finnur Justinussen við sjálvan Ebbe Sand, sum var dugnaligur danskur landsliðsframherji báðumegin aldarskiftið, og tað er ikki smávegis ummæli at fáa hjá gøtumanninum.
Gamla føroyska landsliðshetjan, Christian Lamhauge Holst hevði leikbann til dystin hjá Fremad Amager í dag.
AB er greitt oddalið í uppflytingarbólkinum í triðbestu fótbóltsdeildini við 40 stigum. Fremad Amager er nummar tvey við 34 stigum. Brabrand er nummar trý við 29 stigum, og Frem er nummar fýra við 28 stigum. Fremad Amager er sostatt seks stig røttu megin uppflytingarstrikuna. Trý lið flyta upp í næstbestu deildina.
Seinastu tríggir dystirnir hjá Fremad Amager eru ímóti Middelfart á útivølli, Hvidovre á heimavølli og AB á útivølli. Tryggjar Fremad Amager sær fýra stig hesar dystirnar er uppflytingin vís. Minni kann gera tað um Frem ikki fær fult í sínum dystum trý tey seinastu umførini.
Kappingin í triðbestu fótbóltsdeildini í Danmark endar leygardagin 18. juni.