Finnur skoraði aftur

Tað er ikki hissini mál, sum Finnur Justinussen skorar fyri tíðina

Tað er ikki altið lætt at avlesa hvørjum stigi ein venjingardystur er á, men í løtuni ger Finnur Justinussen ikki annað enn at skjóta mál. Hesa ferð í venjingardysti móti Avarta, sum spælir triðbestu deildini í Danmark.

 

Les eisini: Finnur skoraði fyri Fremad

 

Heimasíðan hjá Fremad Amager skrivar, at talan var um rótutan dyst. Føroyski áleyparin skoraði til 2-0 stutt fyri hálvleik. Fremad Amager, sum eisini hevur Heina Vatnsdal í hópinum, vann 3-1. Vágbingurin er sjálvskrivaður í verjupartinum hjá liðnum í løtuni.

 

Les eisini: Finnur skoraði hattrik

 

Finnur Justinussen hevur skotið fleiri mál í venjingardystunum eftir ársskiftið. Millum annað hattik í einum av teimum. Tó eru onkrir dystir móti veikari liðnum, men tað er hugaligt fyri landsliðsvenjaran, at bæði Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen standa seg væl. Teir eru báðir í útikantinum av landsliðshópinum.

 

Les eisini: Finnur skoraði við fyrstu nerting

 

Fremad Amager og navnframi venjarin, John ”Faxe” Jensen, fara í næstum til Turkaland á venjingarlegu við liðnum. Fremad Amager liggur í vetrarsteðginum nummar fimm í næstbestu deilini í Danmark. Tvey stig frá uppflyting til superliguna.