Finnur og Víkingur fingu hattrick ímóti ÍF

Víkingur hevur vunnið allar tríggjar dystirnar ímóti grannunum ímóti ÍF í landskappingini í ár. Finnur Justinussen er nú ógvuliga nær við at eiga eitt par av gullskóm, sum besti málskjútti í vodafonedeildini

Finnur Justinussen hevur ikki máltevið av tilvild. Pápin, Símun Petur Justinussen gjørdist topp­skjútti í bestu mansdeildini fýra ferðir, og nú skal nógv til, um ikki Finnur Justinussen vinnur sítt næsta heiti sum toppskjútti í voda­fone­deildini, og tá er ungi mál­revurin bert 22 ára gamal, og eigur hann nógv mál, og nógv skot í sær. Ungi gøtumaðurin hevur longu skotið 20 mál í bestu hetta kapp­ingar­árið. Av grundum, sum vit ikki kenna, so hevur hetta enn ikki vig­að so tungt í landsliðsúttøkuni hjá Brian Kerr.

Mál beinavegin
Tað var ikki meir enn ein minuttur farin av dystinum millum Víking og ÍF, so hevði Finnur funnið mál­meskarnar. Finnur kundi fingið sítt hattrick longu í fyrra hálv­leiki, men tað var ikki fyrr enn aftaná steðgin, at hann aftur fekk gongd í málskjótingina. Triðja málið var ein sonn perla, har tann ungi mál­revurin tamdi bóltin, og meddaði bóltin upp í saman­kom­ingina. Tey, ið ganga trúliga til fótbólt í Sarpu­gerði siga, at talan er um eitt av teimum bestu málunum, ið eru skotin í Sarpugerði í ár. Smáar 10 min­uttir undan leikloki legði Finnur upp til fjórða málið, sum Kaj Leo í Bartalsstovu bleiv noteraður fyri.

Fult ímóti ÍF
Víkingar fingu fult ímóti ÍF í ár. Talan gjørdist um 1-0 og 4-0 sigrar á heimavølli í Sarpugerði, og ein 2-1 sigur í Fløtugerði í Fuglafirði. Orsøkin til, at Víkingar ikki end­aðu ovari skulu heldur finnast í úrtøkuni hjá liðnum ímóti B36 og EB/Streymi. Víkingur fekk bert eitt stig ímóti B36, og fýra stig ímóti EB/Streymi. Tó er talan um framburð, um vit meta við 2010, tá fekk Víkingur einki heiðursmerki, og slapp ikki út í Europa. Nú hava teir bronsu, og Europa Cup luttøku, og Finnur kann vinna gylta skógvin. ÍF hevur í stóran manglað ein mál­skjútta í ár, og tí kunnu teir ikki fegnast á sama hátt, sum í fjør.