Finnur og Høgni á pistutiltaki í Århus

Í sambandi við pisuveitsluna hjá Føroyingafelagnum í Århus spæla Finnur Jensen og Høgni Reistrup í Áarstovu

Leygarkvøldið verður árliga pisuveitslan hjá Føroyingafelagnum í Århus. Tað ljóðar óivað sum ein púra vanlig veitsla, har nakrir útisetar koma saman. Men Pisuveitslan í Århus hevur nú nógv ár á baki, og tað er mest av øllum fyri at varðveita tær, at navnið eisini framvegis er pisuveitsla. Tí veitslan er fyri øll áhugað - eisini fleiri árs gamlar pisur á Århus leiðini, sigur Føroyingafelagið í Århus í tíðindaskrivi.
Tiltakið verður fyriskipað við borðhaldi, og tiltakið plagar at vera sera væl vitjað
Finnur og Høgni
Tónleikur fer eisini at seta sín serliga dám á tiltakið í Århus leygarkvøldið. Forsangararnir úr Lawetz og Páll Finnur Páll hava stungið høvdini saman, nú teir báðir eru lesandi í Århus. Teir báðir, Finnur Jensen og Høgni Reistrup, hava ikki spælt saman áður, men havi nú funnið saman tónlistarliga í Århus. Teirra tónleikastílur minnir ikki sørt um hvønn annan, og tað tók heldur ikki drúgva tíð, áðrenn teir sungu sama lag.
Høgni Reistrup telist millum mest evnaríku føroysku tónleikararnar. Hann gjørdi fyrst vart við seg í klassiskum høpi við Føroya symfoniorkestur. Hann slegði av álvara sítt navn fast við bólkinum Lawetz, sum brakaði víðari í Prix Føroyar kappingini við teirra eyðkenda tónleiki.
Finnur Jensen er kendur sum forsangari í Páll Finnur Páll, og hann hevur eisini roynt seg sum einstaklingur. Hansara eyðkendu tekstir eru ikki fyri veikar sálir, og tað verður sjálvandi eisini okkurt frekt lag at hoyra í Áarstovu.
Fleiri upplýsingar á www.aarstova.dk