Finnur og Danny and the Veetos tulka The Beatles

Mikudagin kl. 15 verður stóri Beatles-fjepparin Finnur Koba at hoyra á torginum í SMS í samband við Beatles-vikuna.


- The Beatles hevur verið yndisbólkurin alt mítt vaksna lív. Tann besta keldan til íblástur. Fleiri av mínum løgum hava støði í Beatles-tónleiki. Lurti framvegis javnan eftir bólkinum, sigur føroyski sangskrivarin.


Kl 16.30 standa Klaksvíkingar fyri tørn, tá fýra limir úr frálíka bólkinum DANNY & THE VEETOS fara at tulka The Beatles.