Ári Rouch er best kendur sum oddamaður og óvanliga egin sangari í Makrel. Hann hevur eitt stórt fløgusavn, men seinasta árið eru fløgurnar skúgvaðar til viks, og mp3 formatið hevur tikið teirra pláss, sum høvuðs tónleikakelda hjá Ára.
Hálvfullur iPod
- Eg eigi ein 60GB hvítan iPod, sum er nøkunlunda hálvfullur, 5833 løg liggja á honum fyri at vera nágreiniligur. Størsti partur av hesum er mín egna fløgusamling, sum eg havi lagt inn á hann. Hin parturin er tó skjott vaksandi, løg eg havi tikið niður av netinum, hemmhemm, men eisini nógv keypt á iTunes, greiðir Ári frá
Tað er eitt gott ár síðan Ári keypti iPodin, og hetta er sambært Ára eitt av bestu keypunum, ið hann hevur gjørt.
- Eg keypi fáar fløgur longur. Tað skal helst vera okkurt serligt ella okkurt sum mær dámar serliga væl um eg skal keypa tað á fløgu ella plátu. Gjarna eitt spennandi cover eisini, greiðir hann frá.
Finni tónleik á netinum
- Eisini nýti eg nógv myspace.com til at finna nýggjan og spennandi tónleik. Á Myspace verða løgini á ein hátt spjædd við sama princippi, sum við “word of mouth”, sum ofta er ein meira erligur máti at finna tónleik uppá, heldur enn at vera bombarderaður við lýsingum fyri ein vissan bólk ella einstakling. Tann “góði” tónleikurin kemur á ein hátt betri til sín rætt. Hann nýtist ikki at hava eitt stórt plátufelag í rygginum, sigur Ári.
Bestu løgini
Vit hava biðið Ára um, at fara niður millum tey 5833 løgini á iPoddinum og velja tey fimm, ið honum dámar allar best. Ikki nøkur løtt uppgáva, men hóast tað ein uppgáva, ið Ári hevur megnað at loyst.
Bo Kaspers Orkester við Lisu Ekdahl: Svårt at säga nej
Ein frálík duett millum hesi bæði. Mær dámar sera væl Bo Kasper serliga hansara eldru fløgur. Hann skrivar frálíkar tekstir ofta við einum óvæntaðum “twist”. Hann hevur eyga fyri smálutunum í okkara gerandisdegi, sum vit sjáldan leggja merki til. Lagið er á hansara uppsamling “Hittils”, sum eg átti, men nú havi lagt inn á iPoddin.
Deftones: Hole in the Earth.
Av nýggju fløguni hjá Deftones, Saturday Night Wrist. Tungur melodiskur rokkur. Hevur koyrt á iPoddinum nú í eina tíð. Eg havi keypt útgávuna yvir iTunes skjótt og nemt, áðrenn tað kemur í handlarnar. Hoyrdi lagið av fyrstan tíð á myspace, áðrenn tað kom út. Eg mátti bara hava tað beinanvegin, eri Deftones fan!
Sigur Rós: Bíum Bíum Bambaló,
Hetta lagið er av soundtrackinum til íslendska filmin Alheimsins Englar. Hetta er eftir mínum tykki eitt av bestu løgunum hjá Sigur Rós, sum teir tó sjáldan spæla live. Ein yndislig tulking av einari barnarímu, sum í endanum brýtur út sum eitt stórt íslendskt eldgos. Lagið er keypt á iTunes fyri 8kr!
Mogwai: Hunted by a Freak.
Av Happy Songs for Happy People, sum eg eigi á fløgu og havi lagt á iPoddin. Hetta er eitt lag, sum eg kann hoyra umaftur og umaftur og er eftir mínum tykki tað besta hjá bólkinum. Ikki nógv meira at siga um tað.
The Knife: Pass Thiss On.
Eg eri totalt fallin fyri The Knife. Deiliga annarleiðis skeivur svenskur poppur. Hoyrdi tey fyrstu ferð á myspace.com, har lagið floreraði millum nógvar profilar. Havi síðan tað fingið mær allar tríggjar útgávurnar hjá teimum á mín iPod, allar keyptar á iTunes.