Víkingur má eftir øllum at døma finna sær ein nýggjan áleypara til komandi kappingarár. Finnur Justinussen, sum í mong ár hevur skorað nógv mál fyri Víking, skiftir til danska felagið Fremad Amager.
Finnur Justinussen hevur fyrr roynt seg í Fremad Amager. Hann skifti til felagið í oktober 2015, men kom aftur til Víking seinasta summar. Hann skoraði tvey mál í sínum fyrsta tørni fyri Fremad Amager.
Heimasíðan hjá Fremad Amager váttar í morgun, at 27 ára gamli Finnur Justinussen er afturkomin til felagið á Amager í Keypmannahavn. Hann sigur við heimasíðuna, at líka so trupult tað var at fara úr felagnum fyrstu ferð, líka lætt er tað at koma aftur.
Finnur Justinussen hevur leingi verið ein av okkara drúgvastu málrevum. Sambært heimasíðuni Faroesoccer hevur Finnur Justinussen skorað 146 mál síðan 2006 fyri GÍ og Víking. Bestu hálini gjørdi hann í 2009, 2011 og 2014, tá hann skoraði 23 ár hvørt kappingarár.










