Framherjin hjá Víkingi, sum nú er fluttur til Danmarkar í útbúgvingarørindum, venur í løtuni við Fremad Amager, ið hevur føroysku Christian L. Holst og Heina Vatnsdal í hópinum.
Les eisini: Finnur finnur ikki málið aftur í ár
Finnur Justinussen hevur í ár spælt við Víkingi, har hann hevur skotið 19 mál í ár. Hann bleiv eisini skiftur inn í landsdystinum móti Finnlandi í Helsinki.
- Finnur hevur vant við Fremad Amager í einar tíggju dagar nú. Eg vóni vit kunnu finna eina semju við felagið, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Finni Justinussen.
Fremad Amager spælir í triðj bestu deildini í Danmark, sum er deild upp í tríggjar bólkar. Fremad Amager liggur fremst í sínum bólki.