Føroyski landsliðsleikarin, Finnur Justinussen, var eyðsýndur í dystinum millum Næstved og Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag. Hann skoraði málið til 2-0 fyri Næstved og hevði áðrenn hetta málið tveir aðrar stórar møguleikar at økja um leiðsluna, skrivar bold.dk.
Finnur Justinussen smekkaði bóltin í hornið, tá 54 minuttir vóru farnir.
Dysturin endaði 2-1 til Næstved, og sigurin í dag sendi Næstved upp á eitt fjórðapláss í næstbestu donsku deildini ájavnt við FC Frederecia á triðja plássi við 17 stigum.
Heini Vatnsdal og liðfelagarnir úr Fremad Amager liggja á næstaftasta plássi við 9 stigum.










