Á altjóða eldradegnum í dag signerar og selur Finnur Johansen bókina ?Traðkaðu fólkinum slóð 2 - Havnin 1900-1940? í Miðlahúsinum. Tað er í dag frá kl. 13-16 at Finnur Johansen signerar og selur bókina ?Traðkaðu fólkinum slóð 2 - Havnin 1900-1940?. Bókin er framhald av fyrru bókini við sama heiti. Finnur skrivar í innganginum til fyrru bókina m.a. at í 1866 gjørdist Tórshavn sjálvstøðug kommuna, og í 1909 gjørdist býurin keypstaður, men um aldamótið 1900 var menningin av samfelagnum hundrað ár eftir grannatjóðirnar, eingir vegir, ongar havnir, eingin telefon, einki elektricitet og at kalla einki innanoyggja ferðasamband.
Bókin er 200 blaðsíður við umleið 150 myndum av nógvum ymiskum áhugaverdum sum t.d. søgan um tey ymisku húsini í gomlu Havnini. ?Traðkaðu fólkinum slóð 2? Havnin 1900-1940 er skrivað 100 ár eftir at Havnin gjørdist keypstaður. Teksturin í bókini er eisini á donskum og enskum.










