Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.
- Tað fyrsta lagið, sum kom í tankarnar, tá ið tú sigur summar, er Summer of 69 hjá Bryan Adams. Uppá ein máta er tað øgiliga rotið og útvatnað, men tað fær meg altso at hugsa um summar, ella orðið summar fær meg at hugsa um tað. Nú eri eg ikki tann allar stórsti Bryan Adams fjepparin. Hetta er nokk einasta lagið hjá honum, sum ikki gevur mær maðk.
- Eg velji helst Summer of 69, tí at eg kenni meg nógv aftur í lagnum. Eg hugsi um allar tær góðu løturnar, eg havi havt saman við tónleikinum um summarið: Festivalar, stevnur, ball, onkur ástarstund og so framvegis.
Eisini føli eg nostalogi av lagnum við tað, at tað var eitt stórt hitt míni fyrstu teenageár. Ikki langt frá, at eg havi skorað onkra løtuna við hesum lagi. Lagið var eisini eitt av teimum fyrstu tøkuløgunum, sum vit spældu við super orkestrinum Arrestment. Tað kemur eisini fyri, at vit spæla tað til dans við Villmonnum. Sum verða man, er tað altíð vælumtókt millum