Kendi føroyski tónleikarin, Finnur Jensen, kanska best kendur frá Páll Finnur Páll luttekur í dag millum klokkan 15 og 17 í seinnapartssendingini, Daaz, á Rás 2 Í sendingin, Daaz, fer Finnur Jensen at spæla tónleik og práta um sín tónleik. Eisini luttekur ein danskari, sum er fluttur til Føroya uttan at hava nakra tilknýti til landi. Hvat fær ein danskara at flyta til Føroya, og hvussu dámar honum.
Sendingin Daaz verður send hvønn týsdag millum klokkan 15 og 17.