Finnur Helmsdal skal venja MB

Tað verður ein maður við fjølbroyttum royndum, sum skal venja MB komandi kappingarár.
Finnur Helmsdal var í mong ár partur av sterka HB-liðnum, og síðani hevur hann eisini gjørt vart við seg sum venjari. Eisini hevur hann drúgvar royndir innan hondbóltin, umframt at hann í fleiri ár hevur skrivað um bæði hond- og fótbólt í Oyggjatíðindum.
Umframt alt hetta koma so borgarligu álitissessirnar, sum hann hevur røkt seinnu árini, so alt í ált eru royndirnar bæði nógvar og drúgvar hjá manninum, sum nú skal kjølfesta fótbóltin í MB, sum í ár byrjar av nýggjum at kalla.