Finnur Helmsdal, nú er ovboðið!

Sólfríð Heinesen

Í Sosialinum 28. desember skrivar finnur Helmsdal ein kritikk av viðmerkingum stjórnmálafrøðingurin Rúni Rasmussen hevði í Dimmu 27. desember um fólkaatkvøðu um sokallaðu glíðibreytina ella um 266b. Tú sigur, at skrivarin hjá stjórnarskipanarnevndini mælir til, at Føroya fólk skal til fólkaatkvøðu um at tað skal vera loyvt at niðurgera samkynd alment. Hetta er ein reingjan av veruleikanum, sum hevur eyðkent teg í øllum hesum málinum og á hendan hátt hevur tú villleitt ein stóran part av Føroya fólki. Tú setur spurningin um ein slíkur maður kann starvast sum skrivari hjá stjórnarskipanarnevndini. Slíka vanvirðing skal ein leita leingi eftir, er hetta ikki happing á hægsta stigi av einum, sum ikki hevur somu meining sum tú? Minst til, at tú ert ikki hvørt sum helst, men ein løgtingslimur, sum sigur seg umboða minnilutaverju og tolsemi.