Eydnan var við Finni Helmsdal í lutakastinum hóskvøldið, tá triði tingsessurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymi skuldi finnast. Fínteljingin broytti ikki atkvøðutalið og tískil varð neyðugt við einum lutakasti millum Finn Helmsdal, Róa Egholm og Jógvan Arge. Finnur Helmsdal vann lutakastið og tí verður tað hann, sum fer at umboða Tjóðveldisflokkin á tingi komandi valskeið
Støðan hjá Róa Egholm, Finni Helmsdal og Jógvani Arge hevur verið rættiliga margháttlig, síðan úrslitið av valinum í Suðurstreymi varð kunngjørt. Allir tríggir fingu 197 persónligar atkvøður og endaðu sum nummar trý á tjóðveldislistanum í Suðurstreymi.
Til seint hóskvøldi visti hvørgin teirra, um teir vóru fuglur ella fiskur í tinghøpi. Hóskvøldið gjørdist so endaliga greitt, at Finnur Helmsdal er valdur á ting, meðan Rói Egholm er fyrsti varamaður og Jógvan Arge annar varamaður.
Tekur av
Fyri mong var tað rættiliga óvæntað, at Finnur Helmsdal gjørdi av at stilla upp til løgtingsvalið hesaferð, tí seinasta árið hevur nakað av rumbli verið um hansara persón. Umframt opið stríð í fjølmiðlunum við Páll á Reynatúgvu, tók Finnur Helmsdal ikki av møguleikanum um at gerast tingmaður, tá Annita á Fríðriksmørk í heyst fekk starvið sum landsstýriskvinna í mentamálum.
Grundgevingin var millum annað, at hann hevði júst fingið leiðarastarvið á Føroya Barnaheimi og at hann raðfesti býráðssessin í Havn hægri. Kortini játtaði Finnur Helmsdal at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymi og nú stendur so ein tingsessur honum aftur í boði.
Finnur Helmsdal slær fast, at hesaferð tekur hann av møguleikanum.
-Nú eri eg valdur og eg fari í tingið, sigur hann
Hetta er fyrstu ferð, at Finnur Helmsdal er valdur á ting. Hann hevur kortini havt sæti á tingi fyrr, eitt nú í valskeiðnum 1998-2002, tá hann var varamaður fyri Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður.
Hevði tú væntað undan valinum at verða valdur?
Nei, eg eri bilsin av tí. Eg hevði ikki væntað, at Kristina(Háfoss, blðm) gekk so nógv aftur. Nú segði eg eisini nei til tingsessin seinast og nógv hava sett spurning við, um eg eri ein nóg seriøsur politikkari, tá eg valdi at siga nei. Eg eri kortini glaður um endaliga úrslitið og eg fari at gera mítt besta, sigur Finnur Helmsdal
Spurdur, um hann kann røkja leiðarastarvið á Føroya Barnaheimi og tingsessin samstundis, svarar Finnur Helmsdal, at nú er so stutt fráliðið, síðan hann fekk boðini um tingsessin, at hann hevur ikki enn tosað nærri við Føroya Barnaheim, men hann vónar, at ein hóskandi loysn kann finnast.
Forsorg, pápar og sálarsjúk
Finnur Helmsdal hevur aldrin dult fyri, at hansara aðalmál hava altíð verið innan sosiala økið. Komandi valskeið ætlar hann at halda á við at raðfesta sosiala økið fremst. Millum málini, Finnur ætlar at virka fyri, eru barnaforsorgin, tey sálarsjúku, tey brekaðu og rættindini hjá pápum.
Hann heldur, at pápar í alt ov stóran mun eru við skerdan lut, tá vit tosa um foreldrarættindi, tá foreldrini eru farin hvør til sín.
?Menn í Føroyum standa alt ov veikt, tá tað um foreldrarætt ræður. Har er eingin javnstøða, tí kvinnan stendur nógv sterkari enn maðurin. Hetta er bæði galdandi fyri gift fólk og fólk sum hava livað saman og velja at fara hvør til sín. Hetta ætli eg at gera nakað við, sigur Finnur Helmsdal at enda.