Finnur Helmsdal er ein bumba

Jenis av Rana sleppur ikki at gera av, hvussu Finnur Helmsdal úr Tjóðveldinum atkvøður í tinginum. Hetta sigur eykamaðurin, sum tekur sæti á tingi fyrsta dagin.

Fyrsta dagin tekur Finnur Helmsdal sæti á tingi fyri Annitu á Fríðriksmørk. Hetta kann vísa seg at gerast ein trupulleiki fyri Tjóðveldi og samgonguna sum heild. Tí Finnur Helmsdal, sum var annar av uppskotsstillarunum til málið um 266b, ætlar sær avgjørt ikki at lata Miðflokkin stýra sær, nú hann tekur sæti á tingið fyri Annitu á Fríðriksmørk. Síðani samgongan varð skipað hevur annars verið frammi, at treytin fyri einum samstarvi við Miðflokkin var, at flokkarnir bundu seg til, ikki at atkvøða fyri ella taka upp sokallaðu etisku málini komandi fýra árini.


Fyri skrásettum parlagi

Men Finnur Helmsdal, sum er varamaður á tingi fyri Tjóðveldi, sigur seg ikki kenna til nakra avtalu við Miðflokkin um etisku málini, og hevur eisini ilt við at ímynda sær, at flokkur hansara hevur gjørt eina slíka avtalu.

- Í øllum førum má eg siga, at var eg við til samráðingarnar, so hevði eg ikki gingið undir eina slíka avtalu, sigur Finnur Helmsdal við Sosialin.

Spurdur, hvat hann møguliga hevði atkvøtt, um til dømis onkur í andstøðuni spælir hund og leggur uppskot fram um til dømis skrásett parlag, sigur Finnur Helmsdal, at hann sjálvandi atkvøður fyri einum slíkum uppskoti.


Smalt grundarlag

Men hvat sigur hann so til, at hetta møguliga kundi havt við sær, at Miðflokkurin tók seg úr samgonguni? Spyrja vit hann. Og hann sigur, at um samgongan byggir á so smalt grundarlag, so hevur hon lítla heimild til at vera til.

- Men sum sagt, so havi eg ilt við at trúgva, at flokkurin hevur bundið seg til eina slíka avtalu. Og Jenis av Rana skal ikki avgera, hvat eg atkvøði fyri, sigur Finnur Helmsdal.


Skuldi hann útihýsast?

Tá landsstýrisfólk skuldu veljast fyri Tjóðveldi, vóru røddir frammi um, at tað var týðandi at halda Finn Helmsdal úti. Kann tað hugsast, at formaður floksins longu tá hevur sæð fyri sær, at Finnur fór at verða ein vandi fyri arbeiðsfriðin í samgonguni?

- Eg havi onga viðmerking til, um hetta kann hava samband við hvørt annað. Men tað kann eg illa ímynda mær, sigur Finnur Helmsdal.


Klokkuklár avtala

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tvíheldur um, at teir tríggir flokkarnir í samgonguni høvdu eina klokkuklára avtalu um etisku málini.

- Hetta var fremsta treytin fyri, at vit yvirhøvur fóru undir samráðingar við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Tað gjørdu vit greitt longu á fyrsta fundinum fríggjakvøldið.

Jenis av Rana sigur, at atkvøður ein samgongulimur móti avtaluni, so er talan um avtalubrot.

Spurdur um samgongan eisini kann binda tinglimir, sum ikki vóru við til samgongusamráðingarnar, sigur Jenis av Rana, at avtalan var púra greið: Etisku málini skulu liggja hesi fýra árini.

- Ger ein tinglimur ímóti hesum, so hevur flokkurin ein innanhýsis trupulleika, sum avgjørt órógvar samstarvið í samgonguni, sigur formaður Miðfloksins. 


--