Politikkur
Finnur Helmsdal, sum seinastu fýra árini hevur sitið á tingi sum varamaður fyri Tjóðveldisflokkin, er als ikki nøgdur við, at hann varð vrakaður til ein sess í landsstýrinum. Tað er sessurin, sum almannamálaráðharri, sum Finnur Helmsdal hevur eitt gott eyga á.
?Eg átti at fingið kjansin til at diskvalifiserað meg sjálvan. Við mínum royndum, kundi eg fyrst sloppið at roynt meg, áðrenn eg varð diskvalifiseraður. Eg skuldi havt verið eitt tað fremsta evnið, sigur Finnur Helmsdal.
Seinastu fýra árini hevur hann verið talsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í flestu almannamálum, og hann heldur eisini, at hann hevur fortreytirnar til ein landsstýrissess.
?Eg eri í tveimum førum vorðin burturdømdur. Hetta er eitt misálit til mín, sigur Finnur Helmsdal.
Hann sipar til, at hann í valstríðnum metti seg fáa ógvuliga ringar sømdir frá flokkinum, har hann eitt nú ikki fekk møguleikan í sjónvarpi.
Hann metir, at hann hevur yvirraska í flokkinum, tí hann fekk so mikið av atkvøðum til løgtinsvalið, og hann var bert tvær atkvøður frá at gerast fyrsta varamaður fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy.
?Eg havi ongantíð kravt nakað, men eg haldi framvegis, at tað er løgið, at eg ikki kundi fáa møguleikan, sigur Finnur Helmsdal.
Løgi
Finnur Helmsdal er eisini misnøgdur við, at hann ikki rak inn um tinggáttina, tí hann metir Annitu á Fríðriksmørk verið eina hóskandi landsstýriskvinnu í mentanarmálum.
?Eg havi einki ímóti Annlis Bjarkhamar, men eg meti tað vera løgið, at mann velur eina 28 ára gamla við ongum politiskum royndum fram um eina, sum er vald inn tvær reisir við stórum stíli, sigur Finnur Helmsdal.
Um Annita á Fríðriksmørk hevði endað í landsstýrinum, so hevði Finnur Helmsdal endað aftur í tinginum, tí hann gjørdist nummar fimm á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoy,og Høgni Hoydal er frammanundan landsstýrismaður úr sama valdømi.
Hann sigur seg hava varhugan av, at avgerðin, um at seta hana í landsstýrissessin, var taktiskt.
Finnur Helmsdal sigur seg eisini vera sannførdan um, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, persónliga er ímóti sær.
?Eg dugi ikki at síggja, at eg havi nakran serliga framtíð í politikki, so leingi Høgni ræður. Í løtuni havi eg ongar ætlanir um at stilla uppaftur, sigur Finnur Helmsdal.
?Politikkur er eitt hart og kontant spæl, og eg má bara ásanna, at eg tapti, sigur Finnur Helmsdal at enda.
Hóast nógvar royndir, so eydnaðist tað ikki okkum at fáa hendur á Høgna Hoydal ella Annitu á Fríðriksmørk.