Finnur Hansson til Kyndil

Finnur Hansson fer komandi kappingarár at spæla við Kyndli

Kyndil brynjar seg til komandi kappingarár í hondbólti. Felagið hevur nú fingið enn ein leikara til felagið. Talan er um íslendingin Finnur Hansson, sum í fjør spældi við H71, ið fer at spæla í grønu troyggjuni komandi kappingarár.
Finnur Hansson var ein av bestu leikarunum í føroysku kappingini í fjør, og hann var millum toppskjúttarnar í landskappingini.
Umframt Finn hevur Kyndil fingið tveir aðrar leikarar aftur til felagið úr Neistanum. Íslendingurin Jacob Jónsson, sum í fjør spældi við Neistanum, skal nú aftur spæla við Kyndli. Hann hevur áður verið venjari hjá kyndilsmonnum.
Hans Áki Dahl-Christiansen spældi seinasta kappingarár við Neistanum, men hann skiftir nú yvir aftur til Kyndil.
Hesir tríggir leikararnir fara at styrkja ómetaliga nógv um liðið hjá Kyndli, ið ikki hevði nakað gott kappingarár í fjør.