Finnur Hansen 75 ár

Ólavsøkudag, 29. juli, fylti Finnur Hansen í Hoyvík 75 ár.

Finnur er føddur í Hvalvík, sonur Fridu og Martin Jacobsen, úr Hvalvík. Sum fýra ára gamal kom hann til Havnar og vaks upp hjá mostrini, Juliu, og Frits Hansen, (Frits í Pætursastovu), í Tróndargøtu í Havn. Sum ungur hevði hann egna bilstøð í Tróndargøtu í Havn. Hann íðkaði ítrótt, var høgri bakkur í HB og róði við Havnarbátinum. Hann er útbúgvin timburmaður, og hevur hann m.a. arbeitt hjá byggifelagnum Danberg & Sørensen og koyrdi eitt stutt tíðarskeið tangabil hjá oljufelagnum Shell.
Frá 1981 til 1989 var Finnur fyristøðumaður í Filadelfiasamkomuni í Havn. Hann er eisini best kendur fyri sítt virksemi innan hvítusunnurørsluna, har hann bæði talar og syngur. Eisini hevur hann givið nakrar plátur út, har hann bæði syngur sjálvur og saman við børnunum. Finnur er giftur við Juttu, f. Danielsen, dóttir Margrethu og Sofus í Horni (Danielsen), í Havn. Jutta og Finnur hava búð í Havn, men fyri nøkrum árum síðan fluttu tey niðan í Andrasargøtu í Hoyvík. Børnini hjá teimum eru: Miriam, Sofus, Rutt, Myrna og Lydia.