Møguleiki er fyri, at málsóknasti spælarin í føroysku kappingini í 2011 ikki verður at síggja í Vodafonedeildini í 2012.
Víkinga spælarin Finnur Justinussen hevur verið í Svøríki saman við umboðsmanni sínum, Hans Jákup á Líknargøtu. Finnur skuldi koma aftur til Føroya í dag, og nú skal hann taka støðu til, um hann skal skriva undir tilboðið um sáttmála, sum Jönköping Södra hevur givið honum.
Leygardagin var Finnur Justinussen við í venjingardysti. Jönköping Södra spælir í næstbestu deildini ella Superettan, sum tað verður nevnt. Mótstøðuliðið var Skövde AIK, sum spælir í triðju bestu deildini, og tað var ikki lukkuligt, sum tað gekk hjá Finni og liðfeløgunum. Úrslitið var 13-0. Sambært svenskum miðlum hevði Finnur Justinussen skorað tríggjar ferðir, tá ið 16 minuttir vóru farnir. Hann skoraði fýra mál í alt, og hann legði upp til trý onnur.
Svenska landskappingin er liðug fyri í ár. Talan var um dyst, har fleiri spælarar vórðu vigaðir. Jönköping Södra royndi seks spælarar, og svenskir miðlar siga seg halda, at mest upplagdi spælarin at knýta at felagnum, eigur at vera Finnur Justinussen.
Stutt eftir ársskiftið í 2010 var Finnur og royndarvandi í Gefle, sum spælir í bestu svensku deildini. Ta ferðina spurdist eingin sáttmáli burtur úr.
22 ára gamli Finnur Justinussen hevur sambært faroesoccer síðani 2006 spælt 161 dystir fyri GÍ og Víkingi, og hann hevur skorað 81 mál. Síðsta kappingarár spældi hann 28 dystir, og hann skoraði 23 mál – eitt í steypakappingini og 22 í landskappingini.
Spurningurin er nú, um Finnur næsta kappingarár fer at skjóta mál í Víkingi, ella um tað verður í Svøríki, at hann fer at gera um seg.