Finnur Fríði, sum hevur roynt við Svalbard, er á veg til Sommerøy í Noregi við næstan 1.000 tonsum av sild. Finnur Fríði hevur trolað eftir sild í Svalbardsökinum á umleið 74 stigum norður, har hini føroysku skipini eisini royna.
Finnur Fríði hevur fingið umleið 980 tons av sild, sum teir skulu landa á Sommeröy, sum er nær við Tromsö. Sildin er 282 gram í meðal og, prísurin er umkring tvær föroyskar krónur fyri kilo, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Finnur fríði byrjar at landað í morginári.