Finnur Fríði sett danskt met

Tær seinastu vikurnar hevur gøtuskipið Finnur Fríði tvær ferðir sett landingarmet í Skagen. Tað seinna er eisini danskt met Tá Finnur Fríði landaði sild í Skagen tann 11. novembur, vigaði lastin 1.597 tons, og tað var størsta sildalast, sum nakað skip hevði landað har til matna.

Men metið helt ikki leingi, tí nú hevur Finnur Fríði sett nýtt met. Fyrradagin landaðu teir 1.643 tons av sild til matna í Skagen, og frá keyparanum hevur reiðaríið fingið at vita, at hetta er ikki bara met í Skagen, men í øllum Danmark.

Finnur Fríði royndi í norskum sjógvi norðuri á millum 70 og 71 stigum hendan túrin. Teinurin haðani til Skagen er líka langur sum úr Føroyum yvir á Hvarvið, men tað ávirkaði ikki góðskuna. Hon var fyrsta floks, og Finnur Fríði fekk slakar fýra mió. krónur fyri lastina.

(Kelda: Vinnan)