Leygardagin landaðu uppsjóvarskipini Finnur Fríði og Fagraberg, sum hava partrolað eftir sild.
Skipini hava roynt norðan fyri og eystanfyri Føroyar.
Finnur Fríði landaði 750 tons til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og Fagraberg landaði 1.350 tons til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Tað skrivar Varðin Pelagic á síni heimasíðu.