Finnur Fríði kannar makrel og sild

Eins og íslendingar, er Finnur Fríði eisini í holt við at gera makrel- og sildakanningar í føroyskum sjógvi í samstarvi við Havstovuna Hettar er annað árið, at Finnur Fríði ger kanningar fyri Havstovuna. Tað eru trý á síðani, Finnur Fríði keypti ekkolodds útgerð umborð, fyri at kunna nýtast til gransking av makrel, sild og svartkjafti.

Tað eru settir 14 dagar av, til kanningarnar, og Finnur Fríði er næstan liðugur við kanningarnar.

Teinurin sum silgt verður, er umleið 2200 fjóringar, í høvuðsheitum vestanfyri, norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum.

Fyri umleið hvørjar 60 fjóringar skal eitt tov gerðast, umframt CDT og plankton royndir.

Á teininum eru 31 fastar støðir, har tovað verður í ein tíma. Tá trolið er komið inn, verður ein CDT mátari koyrdur niður á 500 metur, til tess at máta hita og salt. Síðan verður ein serligur glúpur koyrdur niður á 200 metur, fyri at kanna plankton.

Umframt hesar 31 støðir, verður trolið eisini koyrt út á øðrum støðum, um man heldur at okkurt áhugavert er at sýggja.

Við á túrinum eru tríggir mans frá Havstovuni, umframt manningina á Finni Fríða, sum telur 12 mans.

Væntandi verður Finnur Fríði aftur í Føroyum fríggjadagin.