Um tvey tíðina sunnunáttina kom Finnur Fríði á Fuglafjørð. Hann hevði fulla last av svartkjafti, sum er umleið 2500 tons. Teir fóru at landa beinanvegin, og Finnur Fríði fór nýggjan túr longu sunnukvøldið.
Umborð á Finni Fríða mynstraðu teir 21. mai, sum var næstsíðsta hósdag. Teir leitaðu eitt sindur, áðrenn teir fóru í íslendskan sjógv. Har hevur fiskiskapurin hilnast hampiliga væl. Teir hava ligið um hálvt triðja hundrað tons um samdøgrið.










