Finnur Fríði fór at sigla í gjárkvøldið

Finnur Fríði fór at sigla til Noregs í gjárkvøldið, teir skulu landa í Tromsø. Finnur Fríði hevur 700 tons av sild, teir hava roynt bæði við nót og troli, meginpartin av veiðuni hava teir fingið við trolinum.

Veðrið á sildafeltinum hevur ikki verið nakað serligt teir seinastu dagarnar, tað hevur heldur ikki vignast hjá sildaskipunum, tey flestu hava roynt við nót. Tey føroysku skipini eru tey flestu um somu leið, tey royna í norskum sjógvi.