Finnur Fríði er á veg til Lerwick og Saksaberg siglir til Noregs

Nótaskipini fáa góða sild norðanfyri. Finnur Fríði hevur roynt við nót hendan túrin, men teir høvdu tó eitt tov við troli. Teir royndu á 68 stigum norður tætt móti norska markinum.

Teir hava fingið 800 tons av sild, og eru á veg móti Lerwick. Teir vera væntandi inni tíðliga í kvøld.

Støddin er 340 til 345 gram í miðal, og prísurin liggur um 3,45 NOK fyri kilo.

Saksaberg mynstraði í Gøtu 3. septembur og fór á sildafiskarí norðanfyri, eysturi móti norska markinum.

Teir hava roynt á somu leið sum Finnur Fríði. Teir hava fingið 450 tons av sild, sum vigar 340 gram í miðal.

Teir landa hjá Sevrin Tranvåg AS og hava fingið 3,44 NOK fyri kilo, skrivar Vinnan.