Finnur Fríði hevur í dag landað sild í Skagen Finnur Fríði hevur roynt eftir sild við nót í norskum sjógvi á leiðini umleið 70,30 stig norður og 16-17 eystur.
Teir fingu 1.170 tons av sild, sum vigar millum 310 og 325 gram í meðal, og fyri hana fingu teir 4,05 NOk fyri kilo.
Finnur Fríði byrjaði at landa í Skagen í morgun.