Finnur Fríði er á veg til Skagen við u.l. 1.500 tonsum av sild til matna. Finnur Fríði hevur roynt eftir sild í norskum sjógvi. Teir hava u.l. 1500 tons.
Teir verða væntandi í Skagen hósmorgun.
Nú hava øll skipini hjá Vinnuni fiskað sína sildakvotu. Jupiter er liðugur við makrelin eisini, men Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava nakað eftir av makrelkvotuni, skrivar Vinnan á heimasíðuni.










