Finnur fer avstað í dag

Toppskjúttin í Vodafonedeildini farna kappingarár, 22 ára gamli Finnur Justinussen, byrjar í dag sína tilveru sum fulltíðarleikari hjá svenska felagnum Jönköping Södra.

 

Tað var í vetur, at Finnur Justinussen var til royndarvenjing í Jönköping Södra, sum spælir í næstbestu deildini í Svøríki. Hann gav felagnum eina góða kenslu, m.a. við at skjóta heili fýra mál í einum venjingardysti, og fekk hann bjóðað ein tvey-ára sáttmála við møguleika at leingja hann við enn einum ári. Finnur tók av tilboðnum, og í morgun setti hann seg altso í flogfarið við kós ímóti Jönköping.

 

Lesið drúgva samrøðu við Finnur Justinussen í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, har eisini verður tosað við pápa hansara, Símun Petur Justinussen.