Ungi og evnaríki áleyparin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, hevur í ár havt trupult við at finna aftur til máltevið, sum gav honum gylta skógvin í fjør. Men í dystinum við Margáir í gjár, vísti Finnur, at máltevinum bilar einki, tá hann kom inn í seinra hálvleiki, og við tveimum málum gjørdi sítt til at felagsliðið úr Gøtu og Leirvík megnaði at fáa javnleik.
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, var sum vera mann nøgdur við avrikið hjá Finni og hinum víkingaspælarunum eftir steðgin.
– Samanumtikið eri eg væl nøgdur við liðavrikið hjá okkum í dystinum móti EB/Streymi. Tað var týdningarmikið hjá okkum at fáa stig, eftir at hava tapt teir seinastu tveir Vodafonedystirnar. Hóast teir skora tvey mál móti okkum í fyrra hálvleiki, so koma vit sterkt aftur eftir steðgin, har vit eru klárt betra liðið. Somuleiðis er tað gleðiligt at Finnur fekk gongd á málskjótingina aftur, segði Jógvan Martin Olsen eftir dystin.
Meðan Jógvan Martin er fegin um eina stigið, so eru sundalagsmenn alt annað enn nøgdir við at missa sigurin av hondum, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.
– Sjálvt um vit ikki spæla so væl í fyrra hálvleiki, so skora vit tvey mál. Men eftir steðgin missa vit alt á gólvið. Vit royna at verja, men tað miseydnaðist fullkomuliga, og vit loyva teimum inn aftur í dystin, segði ein vónbrotin Gert Hansen eftir dystin.
Sum dagur og nátt
Talan var um ein dyst, har munurin á fyrra og seinra hálvleiki er sum dagur og nátt.
Sundalagsmenn høvdu tamarhald á støðuni fyri steðgin. Ikki minst takkað verið einum máli longu í øðrum minutti frá Leif Niclasen.Tá so Daniel Udsen økti til 2-0 við einum langskoti knapt korter fyri steðgin, so var alt sum bendi á at Víkingur skuldi tapa triðja dystin á rað.
Men Víkingur skal hava rós uppiborið fyri sera góðan stríðsvilja eftir steðgin, har teir høvdu fult tamarhald á dystinum, meðan vertirnir vóru sum runnir í stein.
Víkingur fekk løn fyri stríðið miðskeiðis í seinra hálvleiki, tá Finnur stútaði bóltin í netið, eftir innlegg úr vinstru síðu. Nú tevaðu víkingar av sonnum blóð, og bert sjey minuttir seinri var Finnur aftur á rætta staðnum til røttu tíðina, og setti ein returbólt í netið til 2-2.
Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum tískil endaðu við javnleiki 2-2, og tað er nokk rættvíst, tá hugsað verður um at liðini áttu hvør sín hálvleik.