Hondbóltur
Tað hevur tikið sína tíð. Fimm ár eru síðani, at Finnur Hansson av fyrstan tíð søkti um at fáa føroyskt pass.
Fyrradagin kom mansliðið hjá Neistanum aftur av venjingarlegu í Íslandi, og tá var passið hjá spælaranum komið. Og hetta fegnast Finnur sjálvandi um.
- Tað var upprunaliga fyri at sleppa at spæla hondbólt við føroyska hondbóltslandsliðnum. Í dag er støðan so eisini tann, at vit hava verið fleiri útlendingar á liðnum hjá Neistanum, og tí er fyrimunurin nú eyka stórur.
Og tað at sleppa at spæla landsdystir er væl nakað, sum tú gleðir teg til, nú tú hevur sæð fyrrverandi ladnsmenn tínar úr Íslandi spæla seg heilt fram til OL-finaluna.
- Sjálvandi. Sum hondbóltsspælari er tað at spæla landsdystir eitt tað fremsta málið. Eg var eisini við landsliðnum á venjingarlegu í Noreg, og tað tendraði veruliga hugin at sleppa longur.
Finnur er sjálvur av tiltiknari íslendskari hondbóltsætt. Hópatals landsliðsspælarar eru í bæði faðir- og móðurætt, men sjálvur sigur Finnur, at hesi hava stuðlað avgerðini 100%.
- Tey skilja øll mína avgerð. Og tey siga, at sum støðan er í dag, so halda tey avgjørt, at hetta er rætta stigið hjá mær at taka, sigur Finnur Hansson.