Finnur er givin í Roskilde

Føroyski álopsspælarin og felag hansara eru farin hvør til sítt

Finnur Justinussen er ikki longur í FC Roskilde, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Finnur var ein av fleiri nýggjum spælarum, sum vórðu keyptir til Roskilde, sum hevði mist nógvar spælarar.

Málið var at FC Roskilde skuldi sleppa undan hóttanini av niðurflyting.

Nú Finnur Justinussen og FC Roskilde sambært felagnum í sátt og semju eru farin hvør til sítt, er FC Roskilde niðast á støðutalvuni í næstbestu deildini. Roskilde hevur sjey stig, og tað eru sjey stig fram til HB Køge og Hvidore IF. Trý lið flyta niður.

Á plássinum dygst omanfyri niðurflytingarstrikuna er Næstved Boldklub, sum hevur 15 stig.

Finnur Justinussen spældi, áðrenn hann flutti til FC Roskilde, við føroyska felagnum í Keypmannahavn og áðrenn tað við Næstved, har hann var toppskjútti.

Í 13 dystum í hesum kappingarárinum hevur FC Roskilde skorað 16 mál. 30 ára gamli Finnur Justinussen hevur ikki skorað í hesum kappingárinum.

Í Føroyum hevur Finnur Justinussen umboðað GÍ og Víking, har hann spældi fram til 2016. Fyrstu árini, eftir at hann var fluttur til Danmarkar í útbúgvingarørindum, umboðaði hann Fremad Amager.