Finnur bjargaði Kyndli javnleik

Við seinasta kastinum í dystinum megnaði Kyndil enn eina ferð at fáa stig frá KÍF

Tað var við seinasta kastinum, at Finnur Hansson javnaði til 25-25 í einum spennandi og svingandi dysti í høllini í Kollafirði. Eitt skiftið sá Kyndiil út til at fara við øllum, men so vendi alt á høvdið upp á bara fáar minuttir.

 

Tá tjúgu sekund vóru eftir, var KÍF á odda 25-24 og tók timeout. Avtalan hjá Jacob Jónsson og hansara monnum helt ikki, og teir tveittu bóltin vekk. Finnur Hansson hevði bara fá sekund at umráða seg í, tá hann tveitti bóltin í málið í seinasta sekundinum í dystinum.

 

- Tað kennist sum ein sigur, um tú hyggur eftir endanum av dystinum. Men um vit hyggja eftir øllum dystinum, so veit eg ikki um hetta kenninst sum ein sigur. Vit eru jú á odda við fleiri málum, men missa alt burtur, sigur Finnur Hansson, sum saman við Hjalmari Klein Olsen og Geir Wardum er venjari hjá Kyndli.

 

- Vit hava framvegis nøkur tíðarskeið í dystunum, har vit blíva púra vekk í álopsspælinum. Annars haldi eg, at vit spæla við sjálvsálitið og trúgva upp á tað, eftir at vit vunnu á teimum í steypafinaluni, sigur Finnur Hansson.

 

Kollfirðingar tóktust vónbrotnir av egna avrikinum í dag. Finnur heldur, at tað er sterki verjuparturin hjá teimum grønu, sum er høvðusorsøkin til at Kyndil fær stig í dag.

 

- Vit hava bestu verjuna í landinum og ein málmann, sum kann taka móti frá sjálvt tí besta spælaranum, sigur Finnur og leggur afturat, at tað nú skal arbeiðast við álopsspælinum.

KÍF - Kyndil: 25 - 25

Málskjúttar:

KÍF: Nicklas Selvig 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Magnus Muller 3, Rasmus Junker 3, Jákup Trygvason 3, Rúni Joensen 2, Rógvi Weyhe 1

Kyndil: Finnur Hansson 9, Josef Abrahamsen 4, Oyvind Lutzen 3, David Edvardsen 3, Hørður Sigtórsson 3, Ludvík Súnason 2, Hans Arni Thomsen 1

 

Liðugt: (25-25) Finnur Hansson skorar til 25-25 fyri Kyndil við seinasta kastinum, eftir at KÍF tveitir bóltin vekk bara fá sekund fyri tíð.

 

53.min: (23-21) KÍF hevur vent dystinum. Í nøkrum hektiskum minuttum hevur KÍF fingið fleiri mál, meðan Kyndil hevur verið niðri á fýra útispælarum, tí teir hava fingið tvær útvísingar. Tað revsaði KÍF skjótt og greitt.

 

17.min: (18-21) Kyndil byrjaði seinna hálvleik væl og legði seg á odda við trimum málum. Hendan leiðslan heldur sær enn. Kollfirðingar tykjast frustreraðir í løtuni og tað gongur millum annað út yvir dómararnar.

 

Seinni hálvleikur:

 

Hálvleikur: (14-12) KÍF er á odda við tveimum í hálvleikinum. Kyndil hevur annars verið á odda fyrr í hálvleikinum, men móti endanum fekk KÍF nøkur skjótálop og tey endaðu øll í málinum.

 

28.min: (13-11) Kyndil tekur timeout. KÍF hevur seinastu løtuna havt eina leiðslu upp á tvey mál. Millum annað hevur Emil Dam í málinum tikið onkran hundrað prosent málmøguleika.

 

17.min: (8-8) Eftir at Kyndil hevur havt leiðsluna, so hevur Hans Eli Sigurbjørnsson einsamallur skotið KÍF upp á javnt við trimum málum upp í slag. Tvey av teimum upp á skjótálop.

 

Fyrri hálvleikur:

 

Hetta er talan um eina endurtøku frá steypafinaluni, sum Kyndil eitt sindur óvæntað vann 22-20. Tað eydnaðist teimum at millum annað steðga mógvu skjótálopunum hjá kollfirðingunum. Umframt eina sterka verju, so var tað nokk til at vinna gull.

 

Nú er so spurningurin hvussu KÍF reagerar frá steypasigrinum, og um Kyndil megnar at halda fast í sínum avtalum, sum tryggjaðu sigrurin í steypafinaluni.

 

Undan dystinum: