Finnur aftur til Føroyar at spæla

Málslúkurin úr Gøta verður eftir øllum at døma at síggja í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Sáttmálin við Jönköping Södra er uppsagdur, og framherjin er í samráðingum við Víking.

 

- Eg havi sagt sáttmálan upp í Jönköping Södra, sigur Finnur Justinussen við Sosialin, sum kemur út í morgin.

 

Finnur Justinussen valdi fyri einum ári síðani at royna seg í svenskum aðru deildar fótbólti. Skaðar hava gjørt sítt til, at gøtumaðurin ongantíð er komin fyri seg á liðnum.

 

- Eg samráðist bara við Víking, men hetta er ikki endin á mínum útlandsævintýri, sigur Finnur víðari

 

Finnur Justinussen hevur skotið 47 mál í 96 dystum í bestu deildini fyri GÍ og Víking.