Býráðssamgonga
Tað tykist nú at vera greitt, at Finnleif Guttesen verður borgarstjóri á Tvøroyri í minst tvey ár afturat.
Annars var tað ætlanin, at Finnleif skuldi fara frá nú á nýggjárinum og samstundis skuldi Kristin Michelsen taka við sum borgarstjóri tey bæði árini, sum eru eftir av hesum valskeiðnum.
Hetta varð avtalað, tá ið býráðssamgongan varð skipað eftir kommunuvalið í 2000.
Eftir valið skipaðu umboðið fyri uttanflokkalistan, umboðið fyri sambandsflokkin og tey trý umboðini fyri javnaðarflokkin, samgongu í býráðnum.
Hinvegin eru tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkin ikki við í samgonguni.
Tað leikaði hart á at fáa samgonguna skipaða, tí javnaðarflokkurin kravdi býráðsformannin og tað lá í kortunum, at tað skuldi verða Sverri Midjord.
Men kabalin endaði við, at Finnleif Guttesen skuldi vera borgarstjóri tey bæði fyrstu árini í valskeiðnum, men at Kristin Michelsen á uttanflokkalistanum skuldi vera borgarstjóri tey bæði seinnu árini.
Hinvegin skuldi Sverri Midjord vera varaborgarstjóri í býráðnum øll fýra árini.
Hendan sermerkta samgonguavtalan elvdi til eitt sindur av kjaki, har bæði løgfrøðingar og kommunala eftirlitið førdi fram, at tað var í stríð við kommunulógina at gera slíkar avtalur.
Ført varð fram, at borgarstjórin verður valdur fyri fýra ár og at tað ikki ber til at skifta borgarstjóra í valskeiðnum, uttan í heilt serligum føri.
Og tað tykist sum um Býráðið á Tvøroyri hevur góðtikið hesar treytirnar, tí nú siga bæði Finnleif Guttesen og Kristin Michelsen, at tann avtalan er ikki galdandi longri og at Finnleif Guttesen tískil heldur fram sum borgarstjóri.
Samstundis váttar Kristin Michelsen, at soleiðis verður og at tað ongar avleiðingar fær fyri hansara støðu í samgonguna í býráðnum á Tvøroyri.
Skal vera í fýra ár
Í Kommulogini stendur púra greitt, at borgarstjórar og varaborgarstjórar verða valdur fyri alt valskeiðið.
Aðraðstaðni í Kommunulógini stendur, at borgarstjórar og varaborgarstjórar kunnu siga seg úr starvi, men hetta kunnu teir bara gera undir heilt serligum umstøðum og, um ávísar treytir eru lúkaðar.
? Eitt nú kunnu teir siga seg frá vegna sjúku, ella um um ávís onnur viðusrskifti gera seg galdandi. Tað ber sostatt ikki til frammanundan at gera avtalur um, at borgarstjóri, ella varaborgarstjóri skulu leggja frá sær, tá ið eitt ávísur partur av valskeiðnum er runnin. Tað er heilt greitt í stríð við kommunulógina, segði Rúni Joensen, lógfrøðingur á Løgmansskrivstovuni, við Sosialin beint eftir, at býráðssamgongan á Tvøroyri varð skipað.










