Finnleif er næstvaldi á listanum hjá Sambandsflokkinum í Suðuroy. Finnleif er føddur og uppvaksin í Vestmanna. Hann bleiv útbúgvin maskinmeistari í 1972 og sigldi í danska handilsflotanum í 15 ár. Í 1976 búsettist hann á Tvøroyri. Eftir at hann hevði siglt sum maskinmaður við trolara úr Suðuroynni í tvey ár, fekk hann í 1988 starv sum maskinmeistari á SEV verkinum í Vági. Síðan januar 2001 hevur Finnleif verið í farloyvi frá sínum starvi hjá SEV. Hann var borgarstjóri á Tvøroyri frá 1. januar 2001 til 1. Februar 2003. Finnleif er giftur við Sólrun, f. Olsen, av Tvøroyri, og tey eiga tey ein son og eina dóttir.