Finnleif Durhuus 60 ár

2. apríl fylti Finnleif Durhuus í Havn 60 ár.

Finnleif er føddur og uppvaksin á Sandi. Hann kom til Havnar í 1959 og fór í læru sum timburmaður hjá Peturi í Gong byggimeistara. Hann arbeiddi sum timburmaður til 1966, tá hann fór til Danmarkar at lesa til byggifrøðing. Hann kom heim aftur í 1969 og byrjaði 15. apríl hjá Landsverkfrøðinginum. Í 1973 bleiv hann leiðari á vega- og umsitingardeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Í dag er hann eisini leiðari á ferðsludeildini og á plan- og projekteringsdeildini. Í hesum arbeiði er hann komin nógv runt í landinum og havt við nógv ymisk fólk at gera. Finnleif hevur verið í sangkórinum í Ebenezer síðan 1960, og var hann ein av teimum fýra, sum mannaðu kvertettina Sangbrøður, ið góvu sína fyrstu plátu út til jólar í 1966. Teir góvu 3 plátur út í 60-unm og eina endurútgávu til jólar í 2002. Finnleif er giftur við Jóhonnu Mariu, f. Samuelsen, og eiga tey børnini Mikkjal, Kára og Ingunn.