Í morgin verður aðalfundur og stríðsval í Maskinmeistarafelagnum. Finnleif Guttesen hevur latið seg stilla upp móti sitandi formanni, Pálli Hansen. Aðalfundurin í Maskinmeistarafelagnum verður á Parnassinum á Hotel Hafnia, og lagt verður fyri klokkan 14.
Á skránni verður eitt nú formansval, og tvey valevni eru til formanssessin, sitandi formaður, Páll Hansen og avbjóðarin, Finnleif Guttesen.
Eftir aðalfundin verður veitsla. Hetta er 70-ára veitsla felagsins. Hon verður í HB-húsinum, og byrjað verður klokkan 19.










