Finnland vendi dystinum og vann

Føroyar vóru tætt við at fáa dreymabyrjan í EM-undankappingini, men Finnland vendi øllum og vann 3-1.

 

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði í kvøld vitjan av Finnlandi í fyrsta dystinum í nýggju EM-undankappingini. 3300 áskoðarar høvdu leitað sær á Tórsvøll, har samansjóðingin av fleiri føroyskum fjepparafeløgum gekk á odda og skapti ein rimmar góðan hýr.


Tað var ikki heilt óvæntað Finnland, sum sat á dystinum fyrstu løtuna og skapti sær nakrar góðar málmøguleikar. Gunnar Nielsen var tó ein brandur í føroyska málinum og hevði nógvar bjargingar, har tvær teirra máttu metast at vera stórbjargingar.


Púra óvæntað vóru tað tó Føroyar, sum løgdu seg á odda fýra minuttir fyri hálvleikssteðgin. Finski liðskiparin, Niklas Moisander, gjørdi eitt risa mistak í verjuni og spældi Christian L. Holst púra leysan. Hann var ískaldur og legði Føroyar á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.


Í seinna hálvleiki royndi eitt ógvuliga álopskent finskt lið at leggja trýst á. Tað eydnaðist bara í løtum, men so kom brádliga málmøguleikin, sum fekk hol á málskjóting teirra. Tað var Riku Riski, sum stóð leysur í brotsteiginum og javnaði til 1-1.


Føroyar framdi verjukenda innskifting við at seta Rógva Baldvinsson á miðvøllin í staðin fyri Róald Jakobsen, men tað eydnaðist ikki at verja eina stigið í hús. Hóast Føroyar vóru um reppið at leggja seg á odda 2-1, tá ið finska verjan sendi bóltin á sína egnu tvørstong, so var tað Finnland, sum tók av í hinum endanum og avgjørdi dystin. Fyrst legði hesin sami Riku Riski Finnland á odda 2-1 í 78. minutti, og fýra minuttir seinni staðfesti Roman Eremenko ein finskan 3-1-sigur.

 

 

Føroyar – Finnland 1-3 (1-0)

1-0: Christian L. Holst, 41.

1-1: Riku Riski, 53.

1-2: Riku Riski, 78.

1-3: Roman Eremenko, 84.


Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:

 

Liðugt: Frálíka føroyska byrjanin helt sær ikki. Finnland stríddi seg væl inn aftur í dystin og vann 3-1.

 

85min.: Tað er linligt, nú Finnland er ávegis at vinna dystin.

 

 

82min.: MÁÁÁÁÁL! 1-3 til Finnland! Eftir eitt hav av langskotum eydnast tað loksins hjá Finnlandi. Roman Eremenko langar til úr 25 metrum og bólturin brestur í stongina og inn. Eitt sera gott skot og 3-1 til Finnland!

 

 

81min.: Leiðslan hjá finnum hóvar føroysku leikarunum illa. Nú hava bæði Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson fingið gula kortið.

 

 

78min.: MÁÁÁÁÁL! 1-2 til Finnland! Eftir langskot og bjarging frá Gunnari Nielsen endar bólturin hjá Riku Riski, sum leggur Finnland á odda 2-1. Hann hevur skotið bæði málini.

 

 

76min.: Bæði liðini skifta út. Hjá finska liðnum hevur Jere Uronen runnið fyri seg og verður avloystur av Eero Markkanen. Á føroyska liðnum fer Gilli Sørensen av liðnum. Í hansara stað kemur Ári Mohr Jónsson.

 

 

71min.: Nú vóru aftur boð eftir Gunnari Nielsen. Teemu Pukki stútar púra leysur fáar metrar frá málinum, men Gunnar vísir seg við framúr fótbjarging.

 

 

69min.: Føroyar lúra eftir mótálopum. Jóan Símun er ikki flóvur av sær og roynir seg við saksasparki. Talan var um rangstøðu, men málverjin bjargaði tó frálíku royndini.

 

65min.: Eftir nakrar sera hendingarríkar minuttir hevur ódnin fyribils lagt seg. Nú minnir aftur nógv um fyrra hálvleik, har Finnland hevur tað mesta av spælinum og Føroyar verja.

 

 

58min.: Nú er stutt ímillum málmøguleikarnar. Bæði liðini hava havt hvør sín risa møguleika. Fyrst var tað ein leysur Alexander Ring, sum skeyt framvið føroyska málinum, og minuttin seinni var finska verjan um at gera sjálvmál. Hesaferð var tað bara tvørstongin, ið forðaði fyri at Føroyar aftur legði seg á odda.

 

 

56min.: Risa møguleiki til Føroyar! Eftir frísparksinnlegg dettur bólturin fyri føturnir hjá Fróða Benjaminsen, men skotið fer beint framvið málinum.

 

55min.: Føroyar fremur sína aðru útskifting. Út fer Róaldur Jakobsen og inn kemur Rógvi Baldvinsson. Rógvi hevur seinastu tíðina roynd seg á verjukenda miðvøllinum, og tað er eisini á tí plássinum, hann spælir í kvøld.

 

 

54min.: Enn ein sera vandamikil støða til Finnland, men Viljormur Davidsen fær ruddað burt í evstu løtu.

 

53min.: MÁÁÁÁÁL! 1-1! Eftir eitt sindur av tilvild í føroyska brotsteiginum smekkar Riku Riski til, og hesaferð má Gunnar Nielsen geva seg. Tíverri endaði bólturin í málinum og støðan er nú javnleikur 1-1.

 

51min.: Eitt óvanliga álopskent finskt lið letur møguleikar í mótálopspartinum til Føroyar. Jóan Símun velur at royna seg sjálvur, men málverjin bjargar.

 

50min.: Róaldur Jakobsen fær gult kort fyri at steðga lovandi finskum álopi.

 

49min.: Tann altíð lívligi Hallur Hansson er nú eisini uppskrivaður at lepan hjá dómaranum. Hann fekk gult kort fyri eina ov harðliga takkling mitt á vøllinum.

 

 

47min.: Føroyar hava havt hornaspark, sum tó einki spurdist burturúr. Finnland fekk beint aftaná eina skotroynd, men hetta var bara enn eitt hagtal til ta ørgrynnuna av forkølaðum langskotum.

 

46min.: Føroyar hava framt eina útskifting í hálvleikinum. Páll A. Klettskarð, sum ikki hevur fingið nógv burturúr í fyrra hálvleiki, er farin av vøllinum. Í hansara stað er Jóan Símun Edmundsson komin.

 

 

Hálvleikur: Føroyar eru á odda 1-0, nú teir eru farnir at hvíla seg. Føroysku leikararnir síggja róligir út og hugsavna seg helst um, at tað eru 45 truplir minuttir eftir at leika.

 

 

45min.: Roman Eremenko roynir seg úr 25 metrum, men skotið er tættari við svimjihøllina enn við málið. Vónleyst!

 

 

41min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til Føroyar! Eftir risa misskiljing í finsku verjuni gerst Christian L. Holst púra leysur. Hann smekkar til fyrstu ferð og leggur Føroyar á odda 1-0. Ótrúligur rómur!

 

 

37min.: Finnland byrjar at ótolnast. Perparim Hetamaj hevur gjørt ov nógv fríspørk, og tað endar við, at hann fær fyrsta gula kortið á Tórsvølli í kvøld.

 

 

32min.: Sera gott finskt uppspæl endar við, at Roman Eremenko roynir seg frá brotsteigarmarkinum. Hetta var ein av teimum lættari bjargingunum hjá Gunnari, sum hevur havt úr at gera higartil.

 

30min.: Fyrsta hornaspark til Føroyar! Tað verður vunnið eftir skotroynd frá Gilla Sørensen, men hornasparkið frá Róaldi Jakobsen endar við ongum. Fróði Benjaminsen kom sendandi ígjøgnum luftina og vildi hava brotsspark, men dómarin risti við høvdinum.

 

28min.: Riku Riski smoyggir sær inn um føroysku verjuna, men ein sera væl upplagdur Gunnar Nielsen stórbjargar skotroyndini úr stuttari fjarstøðu.

 

 

27min.: Eyðkendu viððhaldsrópini "Føroyar!" runga nú so hart sum sjáldan áður hoyrt. Mælska fjepparaliðið aftanfyri málið hevur bæði trummur og horn við sær at stuðla rópunum og sangunum.

 

 

25min.: Føroyar hevur verið betur við nú eina løtu. Lykilin hevur verið, at føroyingar tordu at hava bóltin, og tað hevur kastað tvey innlegg av sær. Róaldur kom eisini í rímiliga støðu, men verjuleikari kom í vegin fyri skotroyndini.

 

 

18min.: Tann sera kviki Teemu Pukki ger aftur um seg. Hesaferð er hann næstan púra leysur, men Gunnar Nielsen bjargar til horna.

 

16min.: Teemu Pukki, sum er ein av profilunum hjá Finnlandi, bjóðar allari verjuni av og skjýtur úr spískum. Gunnar Nielsen bjargar.

 

15min.: Finnland hevur sett seg á dystin. Teir hava bróðurpartin av spælinum, meðan føroyingarnir stríðast. Dómarin, sum er úr Wales, hevur víst Jónas Tór Næs, at hann nú má vera róligari. Hann hevur nevniliga havt tvær heldur harðligar takklingar.

 

 

11min.: Eftir misskiljing í føroysku verjuni roynir Perparim Hetamaj seg, men skotroyndin fer bæði upp um og við síðuna av málið.

 

10min.: Finnland hevur nú havt tvær skotroyndir, men langskotið umframt eitt annað skot, ið var frá brotsteigarmarkinum, vóru løtt hjá Gunnari Nielsen at bjarga.

 

 

5min.: Finnland hevur havt bóltin mest fyrstu løtuna, men risa miðverjin á føroyska liðnum hevur við harðligari takkling víst, at Føroyar eru til staðar.


Undan dystinum: Rómurin er øgiligur á Tórsvølli. Orsøkin er tann, at føroysk fjepparafeløg hava savnað seg saman, og tey eru sera mælsk á áskoðaraplássunum aftanfyri tað eina málið – har, ið nýggi bygningurin er.


Hetta er triðju ferð, at Føroyar og Finnland hittast. Finnland hevur vunnið allar tríggjar dystirnar.


Ein á føroyska liðnum er í byrjunaruppstillingini á fyrsta sinni. Tað er Róaldur Jakobsen úr B36. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at hann yvirhøvur er úttikin til A-landsliðið.


Byrjunaruppstillingar:


Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Christian L. Holst, Fróði Benjaminsen, Róaldur Jakobsen, Gilli Sørensen – Hallur Hansson – Páll A. Klettskarð


Finnland: Niki Mäenpää – Kari Arkivuo, Niklas Moisander, Joona Toivio, Jere Uronen – Perparim Hetamaj, Tim Sparv, Alexander Ring – Kasper Hamalainen, Teemu Pukki, Roman Eremenko


Dómari: Simon Lee Evans (Wales)