Finnland vann OL-bronsu í íshokki

Finnland vann bronsudystin ímóti Slovakia við úrslitinum 5-3. Finnland var á odda 1-0 aftaná tað fyrstu periodina uppá 20 minuttir. Í tí næstu periodini tók Slovakia yvir, og slovakar vóru á odda 3-1, tá 40 minuttir vóru farnir av dystinum. Men ”Lejonit” sum finska liðið eitur millum manna í Finnlandi hevði ein ótrúligan endaspurt í tí triðju og seinastu periodini. Uppá bara tríggjar og ein hálvan minutt vendu finnar einum hóttandi 1-3 tapi til eina 4-3 leiðslu. Olli Jokinen frá tí kenda NHL-liðnum, New York Rangers gjørdist tann stóra hetjan, tá hann fyrst javnaði til 3-3, og síðani legði Lejonit á odda 4-3. Seinastu løtuna satsaði Slovakia alt, og tók málverjin út. Finnar brutu eitt slovakiskt álop ímóti dystarenda, og sendu pukkin í tað tóma slovakiska málið til endaliga úrslitið 5-3, og fagnaðurin vildi ongan enda taka.