Finnland upp í NATO

Fyrrverandi finski verjumálaráðharrin Jan-Erik Enestam skrivar í einari blaðgrein, at Finnland eigur at fara upp í verjusamgonguna NATO

Hann vísir á, at við at fara upp í NATO sleppur finska verjan undan stórum og sera kostnaðarmiklum broytingum. Jan-Erik Enestam er ikki heilt samdur við teimum, sum siga, at eingin hernaðarlig hóttan er longur. Í øllum førum er ov seint at biðja um limaskap í NATO, tá hóttanin kemur, skrivar hann.