Næstu árini verður Finnland umskipað, so almenna fyrisitingin verður býtt sundur í trý: Kommunur, landspartar og statin. Ætlandi skal henda umskipan vera klár við ársbyrjan í 2019.
Við nýggja bygnaðinum verður Finnland skipað við tilsamans 18 landspørtum, sum hvør sær eru sjálvstýrandi umráði, ið fyrst og fremst hava ábyrgd av sosialpolitikki og heilsurøkt. Í hvørjum landparti verður so eitt ávíst tal av kommunum, sum fyrst og fremst skulu hava ábyrgd av heilsu og vælferð.
Oman fyri landspartar og kommunur verður so statsráðið, ið tekur allar avgerðir um, hvussu samfelagið annars verður skipað, og eitt nú er tað uppgávan hjá statinum at syrgja fyri, at allir borgarar hava valfrælsi til tær tænastur, ið eru.
Nýggj valskipan
Samstundis umhugsar finska stjórnin at fara yvir til listaval, heldur enn persónsval, tí hildið verður, at tað hóskar nýggja bygnaðinum betur. Tað vil siga, at flokkarnir stilla síni valevni upp í nummarrøð, og tí hava toppkandidatarnir best møguleika at verða valdir.
Áður eru royndir gjørdar at seta hesa skipan í verk, uttan at undirtøka er fingin fyri tí. Men nú hava bæði floksformenn og ráðharrar vónir um, at tað skal bera til at broyta finsku valskipanina, samstundis sum almenna Finnland verður umskipað við ársbyrjan í 2019.
Henda valskipanin, finnar umhugsa at fara aftur til, minnir um hana, ið fyrr var í Føroyum, men sum varð skift út við núverandi skipan, at tann, ið fær flestar atkvøður á einum lista, verður valdur. Síðani tann við næstflestum atkvøðum og so framvegis.











