Tað sigur finski innanríkisráðharrin, Mari Rantanan, sambært finsku útvarps- og sjónvarpsstøðini YLE.
Verjumálaráðharrin Antti Häkkänen sær tekin um, at talan er um skipaða ferðslu við migrantum. Hann fer at taka málið upp við ES og Nato, sigur tíðindastovan STT.
Mari Rantanen sigur, at stjórnin er til reiðari at taka øll fyrivarni fyri at steðga stryminum – um neyðugt við at steingja markið til Russlands. Tað sigur hon sambært YLE.
/ritzau/










