Finnland steingir skúlar til 13. mai

Í Finnlandi eru 1313 fólk smittað við korona-virus, og higartil eru 13 fólk deyð av sjúkuni.

 

 

 

Í Finnlandi hava tey fyribils gjørt av at hava skúlarnar stongdar heilt fram til 13. mai. Tað merkir, at landið hevur longt skúlasteðgin í nakrar vikur aftrat. Reuters skrivar, at higartil eru tilsamans 1313 fólk í Finnlandi staðfest smittað við korona-virus, og 13 eru deyð. 

Innanríkisráðharrin í landinum, Maria Ohisalo, sigur seg vóna, at landsluturin Nyland, sum hevur verið stongdur fyri ferðandi, bæði inn til landið og úr landinum, síðan hin 25. mars, kann lata upp aftur hin 19. apríl.

Maria Ohisalo leggur tó aftrat, at mett verður um henda spurning til ta tíð.