Finnland og Ísrael spældu fyrsta sínamillum dystin mikudagin. Av trygdarávum spælir Ísrael allar sínar dystir á útivølli, so tó at dysturin tekniskt var heimadystur hjá teimum, so varð hann leiktur í Finnlandi.
Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at Finnland vann 26-23 eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 15-11. Skal Ísrael vinna sær víðari luttøku í kappingini, er sostatt neyðugt, at teir vinna seinna dystin við í minsta lagi fýra málum.