Tað var í einari samrøðu við portugisiska blaðið Publico, at finski forsetin gloppaði dyrnar fyri NATO.
Tarja Halonen sigur við blaðið, at málið er trupult, men at tað er ikki óhugsandi, at Finnland fer at søkja um limaskap í verjusamgonguni. Hon vil kortini ikki siga nakað um, nær ein umsókn kemur á borðið á NATO-høvuðsskrivstovuni í Bruxelles.
-Dyrnar hjá NATO standa opnar fyri okkum, og ein dag fara vit kanska at biðja um at sleppa innar. Vit eru greið yvir, at samstarv við NATO er neyðugt bæði nú og í framtíðini, sigur finski forsetin.
Síðani seinna heimsbardaga hevur Finnland rikið ein uttanveltaðan uttanríkispolitikk, men síðani Sovjetsamveldið datt sundur, er uttanríkispolitikkurin og trygdarpolitikkurin broyttur nógv. Í 1994 fór Finnland upp í ES.
Í november verður val til finska ríkisdagin, og eygleiðarar halda, at tann komandi stjórnin fer at senda NATO umsókn um limaskap´, sama hvørjir flokkar fara at mynda stjórnina.