Føroyar byrjar sína undankapping tann 7. septembur, tá Føroyar á heimavølli skal spæla móti Finnlandi.
Finnland hevur í kvøld leikt venjingardyst á heimavølli móti Kekkia. Endaliga úrslitið gjørdist ein 2-2 javnleikur.
Teemu Pukki, ið leikar fyri Celtic í Skotlandi, skoraði bæði málini fyri Finnland. Málini hjá Kekkia skutu Matej Vydra og Josef Husbauer.
Finnland hevur 2 venjingardystir afturat á skránni, áðrenn teir koma til Føroyar í septembur. Teir eru í baltisku kappingini, ið nevnist Baltic cup. Har skal Finnland spæla móti Litava í aðrari hálvfinaluni, meðan hin hálvfinalan er millum Letland og Estland. Tann kappingin er millum tann 29 og 31 mai.
Føroyar hevur enn ongan venjingardyst á skránni áðrenn dystin móti Finnlandi í septembur. Tískil er komandi dystur hjá Føroyum móti Finnlandi á Tórsvølli tann 7 septembur í ár.