Finska søgan má skrivast av nýggjum. Tí sambært einari ritgerð, sum søgufrøðingurin Oula Silvennoinen hevur skrivað, medvirkaði tað almenna Finnland til jødatýningina hjá Nazitýsklandi í árunum frá 1941 til 1944.
Í ritgerðini, sum verður løgd fram á lærda háskúlanum í Helsinki um vikuskiftið, stendur, at Finnland og Týskland skipaðu eina loyniliga tænastu, sum virkaði undir heitinum "Einsatskommando Finnland", og hvørs uppgáva var at beina fyri jødum og kommunistum.
Tað er ikki greitt, hvussu mongum jødum mog kommunistum tann loyniliga tænastan beindi fyri.
-Men vit vita, at Finnland samstarvaði við Týskland um tann sokallaða "jødiska spurningin", sigur Oula Silvennoinen við Aftenposten.
Nýggj gransking hevur eisini avdúkað, at finnlendingar fóru illa við sínum krígsfangum. Av teimum 64.000 russunum, sum vóru í finskum fangalegum undir seinna heimsbardaga, doyðu 19.000.