Klokkan 14 kann finska fótbóltslandsliðið sum tekur lut í sínum fyrsta EM-endaspæli nakrantíð skriva enn meira finska fótbóltssøgu.
Tá spælir finska landsliðið dyst móti Russlandi í bólki B. Finnar fingu eina rimmar byrjan við 1-0 sigri á Danmark, meðan russar taptu 0-3 fyri Belgia.
Dysturin verður spældur í Sankta Pætursborg í Russlandi. Um finnar vinna dystin hava teir vunnið seg í áttandapartsfinalurnar. Við javnleiki standa finnar eisini rættiliga væl í einum trýara-roknskapi við fýra stigum um liðið tapir triðja bólkadystin móti Belgia.
Tó hevur Finnland eina vánaliga søgu tá tað snýr seg um dystir móti Russlandi. Russar hava vunnið fýra av fýra undankappingardystum móti finnum við málúrtøkuni 15-1.
Ímillum 1957 og 1988 spældi Finnland 13 landsdystir móti gamla Sovjetsamveldinum. Sovjetsamveldið vann átta og fimm endaðu við javnleiki. Átta av dystunum vóru undankappingardystir, og av teimum vann Sovjetsamveldið seks dystir og tveir endaðu við javnleiki.
Nú vóna fótbóltshugaðir finnar, at teirra landslið kann bróta óndu ringrásina og vinna fyrsta sigurin nakrantíð á Russlandi.
Í Finnlandi hevur fótbólturin livað í skugganum av íshokki síðani seinna heimskríggj, men megnar finska fótbóltslandsliðið at vinna seg í EM-áttandapartsfinalurnar kann tað flyta nógv fyri finskan fótbólt.











